frá Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið

Kim Simonsen

Á strondini finni eg ein fuglaskølt.
Vit finna ongantíð beinagrindir av fólki.
Eygnaholurnar eru svartar.
Vit hava slept teimum deyðu í eitt hol í jørðini
uttan fyri kirkjurnar.
Tað ger meg syrgnan.
Í París sá eg einaferð stakkar av skøltum.
Eg kenni ikki fuglarnar her.
 
Tá John James Audubon
var 34 ára gamalur,
avgjørdi hann at mála allar fuglarnar í Amerika
við vatnlitamyndum.
Frá 1827-1838 kom bókin Birds of America
spakuliga undan kavi.
 
Audubon málaði yvir 700 fuglar
ið hann skeyt og drap.
 
Fuglarnir láta ikki her,
teir skríggja av pínu.
 

 
Eg gangi fram við brúnu sniglunum,
ið eta
hvønn annan
stillisliga.
Fram við sjónum.
Framkalli tíðir.
Í 1756 teknaði sveisarin Albrecht von Haller
eitt avskorið mannahøvd.
Í Hallersa Fysiologi komu vøddarørslur
ikki av mekaniskum orsøkum,
men av onkrum sum virkaði hinumegin tilvitið,
tí kunnu avhøgd høvd blinka við eygunum
og deyð djór spjálka við ørmum og beinum.
G.F.W. Hegel helt fyri,
at sanna óendaligheitin
kann ikki fatast,
at alheimurin er ein elementarpartikul
í einum størri alheimi.
Tú ert mín alheimur.
Gleði meg at vera sum deyði fuglurin.
 
Rúmi mínum evarska lítla leikluti í øllum.
Her eg og bløðini,
sjógvurin.
Hetta landslagið framkallar meg.
Eg læri meg at bíða.

 
 
Reyða setrið í bussinum er enn heitt,
                        tí onkur hevur sitið í tí.
Ein rødd lesur andlát í útvarpinum.
Vit tiga eina løtu.
Aftur skulu vit granska konfirmatiónsmyndir frá
Oyndarfjarðar kirkju
                        várið 1954.
Ræstan fisk og kaffi omaná.
 
Millum barnavognar, líkbilar og tjóvskar krákur
                        fer dagurin á glið.
Tann seinnapartin, tú læt eyguni aftur,
rann ein føroysk kvinna maraton í Prag
                        við tíðini 2:50:57.
Mannfrøðingar kundu staðfesta at Homo sapiens og
Neandertalarar fingu avkom,
                        teirra ílegur eru í okkum.
 
Granskarar í Geneve komu nærri at finna Higgs
boson í CERN royndarstøðini,
sjálvt um hetta kundi skapt eina nýggja galaksu
og sprongt jørðina.
Enn koyra býarbussarnir við reyðum setrum.
Døggin inni í bussinum
fær øll at líkjast komandi spøkilsum.
 

 
Mín íbúð er tóm, bert ein hvít súla
heldur loftinum uppi,
elektriskar perur hanga
niður á gólv, sum eitt lýsandi likam
toygt millum tøgn og tímar
lýsa tær á myrku fýrakantarnar,
ið myndirnar hava sett á veggin,
sum eitt palimpsest.
Skjótt býr onkur annar her,
sum onkur annar búði her undan mær,
ið eg heldur ikki kendi.
Ein pera undir loftinum blinkar,
hon er við at bresta.
Eg taki fotomyndir niður av vegginum.
Á einari svart-hvítari mynd situr tú sjálvur
í grønum gummistivlum aftan fyri garasjuna
tvey ára gamal og etur smáar steinar.
Eg havi nú blakað tríggjar konteynarar
av minnum burtur,
søgan skal byrja umaftur,
eg vil síggja heimspartar fara framvið,
men sambandið millum øldir
er ikki so gott,
sum eg helt tað vera.



Eg vil byggja ein vegg
av smáum fýrakantaðum jarnkassum
í mínum hugaheimi
og gera eitt arkiv yvir alt,
sum eg gloymdi her.
 
Aftaná klæðini eru brúkt,
húsini eru givin til onnur,
gøturnar hava skift nøvn,
er eitt fjall av klæðum,
myndum,
sloknaðum perum.
 
Eitt savn av hjartasláttri
millum hitt farna
áratúsundið
og
hetta.



Til oyggjabúgvar,
ið hoyra aldurnar í nátt
og vita,
hvussu tað er
at vera menniskja
eina løtu millum hav og fjøll.
 
Til altjóða brøðra- og systrafelagsskapin
hjá teimum svøvnleysu
(klokkan 04:48 taka flest lívið av sær).
 
Tey, hvørs kenslur hava vit og skil
og eitt hjarta, sum hugsar.
 
Tit, ið væl vita,
at tað eru eingi verulig landamørk
á okkara gongustjørnu.
 
At sjálvt altjóða heimsrepublikkin av bókmentum
hevur ikki somu linjur á kortinum
sum restin av heiminum.