frá Náttargarðurin

Beinir Bergsson

Sáðkyknuvát lør
ein likkuskvettur
eitt gamalt tyggigummi á
asfalti
í myrkri ert tú bara til í
vibratiónunum



*

eg lati tær eitt sindur
sukur
tá tú sýgur á hálsinum á
mær
gevur mær blá merki
 
tú vendir tær
í seingini
krýpir inn undir mína
dýnu
leggur búkin á mín 
nalvarnir savnast
 
 
 
*
 
reyðmaðkarnir stýra
sínum kroppum
økja blóðsukrið
broyta frostmarkið í
ormavætuni
teir eru í harðbalnaðari
jørð á Nónfjalli
 
 
 
*
 
ein bløðkuurt ið rodnar
niðast á aksinum eru
brúnir nøringsknappar
sum detta av og spíra til
 nýggjar plantur.
 
eg vil hava børn
 
eg vil hava teg her í
náttargarðinum