frá Karmageitin

Marjun Syderbø Kjelnæs

Yallah!
 
Her er turt nú
og tveir dreingir renna
runt um húsið
við vatnrevolvarum
annar í reyðari troyggju
hin í grønari
teir flenna
og ýla
og skjóta hvønn annan
og inn á vindeygað hjá mær
smáir løkir
renna niður eftir rútinum
BBC World sigur frá
at tað fløðir í New South Wales
í Avstralia
eg síggi í múlan
á eini kúgv
sum hevur rent seg fasta
í móruni
í ánni
djúp í áarførinum
ein kona í kajakk
liggur hjá henni
við aðrari hondini upp undir øsið
so at tað stóra svarthvíta høvdið
ikki fer undir vatnskorpuna
meðan tær bíða
eftir bjargingarliðnum
eyguni í kúnni
vill
av angist
hondin á konuni
kyrrandi
 
Einaferð
ansaði eg eftir neytum
tey vóru hebraisk
feit
og fleiri enn sjey
Yallah!
skuldi eg rópa eftir teimum
fyri at reka tey inn
at mjólkast
eg var 19 ár
og hugsaði ikki um
at yallah er arabiskt
tað róptu vit eisini
tá ein kúgv skuldi kálva
og tann óborni sat fastur
trossi mátti setast á
og ein traktorur
mátti skrykkja
eina treka sál
út í bíbilsku sólina
 
Nú eru teir á kroppi
uttanfyri
tann reyði
og tann grøni
tað dryppar
úr hárinum
og rennur
niður eftir andlitinum
revolvararnir eru tómir
og kúgvin í Avstralia
er nú so troytt
av at halda sær uppi
at hon eisini má togast
upp á turt
við traktori


 
Upptak
 
Standi nývaknað
á heimsins egg
í morgun
aldurnar geitarlomb
sum leypa kát
millum fjørusteinarnar
klettarnir puturgráir
í lýsingini
pyntaðir
við purpurtara
og eg bara
eitt pu
eyðsæð
men tápuliga
eydnusæl
eigi einans
tamar tankar
og patos
sjálvt skýggini
eru barnslig
glaskend og gjøgnumskygd
sveima sart rósulitt
yvir silvurslættanum
eg blundi
og lati ein bláligan anga
fylla meg
og tá ið eg aftur hyggi
spretta gylt rótskot
ljós
úr dýpinum
spíra
búnast bulmikil
og vaksa heilt inn í himmalin
ljóðleysir logar
bleiktrandi brandar
soleiðis man tað hava kenst
at vera til
í tí romantiska rákinum
eg bendi meg niður
og taki ein sliputan
plastposa upp
úr grøna fjøruhylinum
næst mær
standi eina løtu
og lati hann dryppa
hann er gulur
og ljósareyður
eins og sólarrisið
kaldur undir hondini
tá eg rulli hann saman
og stappi hann í lumman
eina løtu seinni liggi eg á knæ
ikki í tilbiðjan
men fyri at henta spreingitræðrir upp
grulvandi á øllum fýra
grótbrotið á reyninum
gapar svart
veksur og veksur
eitt tannleyst op
grælandi
á frekvensum
sum vit ikki hoyra
tjaldursgrælingar
trippa undan aldunum
leggja høvdini á skák
og síggja út sum spurnartekn


 
Upphav
 
Her er ein stytt útgáva
av mínum apokryfum um
illgras
og
góðvarni
og
eitt stað í minninum
sum eitur
gentukamarið
 
Her eru tankarásir
aftur til ættmøður
og inn í dreymafløkjur
ja, heilt inn til eina opinbering
um eina geit
eina sera systur
loðsur og lagna
um somu tíð
 
Her er ein móðir
ið staðfestir seg
á einum vegamóti
óendaliga
miðlívs móð
men sum tó noktar
at avnokta lívið
ella tann litin
ið gevur lívinum
innihald
 
Her er ivin
vælkomin
her er náðin
ein sjálvfylgja
her eru fylgjurnar
av at flýggja
undan øllum
teimum himmalvendu eygunum
 
Her er barnið
sum onki skilti
men sum føldi alt
heilt inn á botn
har ið sálin krokaði
undan orðunum
 
Her er uppreistur
og undirgivni
hvørt um annað
innantannaýlið
og uttanásmílið
tann ótamda
og tann ódjarva
fløktar
hvør í aðra
 
Her er sannleikin um
at allir sannleikar
syndrast
og fúna
og flákra burtur
gyltir í lotinum
 
Her er tíðin
sum ikki ber til
at krøkja seg í
men sum krøkir seg í alt
sum er til
Her er eitt hylki rundan um
kjøt
og
sorg
og
orku
og ekstasu
 
Her er eitt eg
sum sappar
og skrollar
í trúarviðurskiftum
og vísindum
og endurgevur
apokalyptisk
tíðindi
um vøkstur
og villinidjór
og hugsar
—hvat meira er at siga?