Seks Yrkingar

Jóanes Nielsen

FITNESSSTØÐ
 
Vakrastu fólkini eru tey kurteisligu
Teirra tign kom ikki sendandi við postinum
Heldur ongir pillarar fáa bilbugt við teirra høvuðpínu
Kanska eri eg føddur ov seint
Sálarfrøðisligar vanlukkur herja gjøgnum kirkjuráðini og gjøgnum
rokniskapirnar hjá bangnum kioskánarum
Tað er ikki ein marra longur
Jørðin brennur veruliga
Úr telefonhorninum brunaroykur
Brøvini lukta í postkassanum
Kanska var tað stórlætisørskapur ið fekk menniskjuni at kalla seg     
skapanarverksins krúnu
Í dag hongur krúnan á einum knaga í sjónleikarhúsinum Mannarættindastríðsmenn ið henta ber millum rimarnar     
hjá teimum sakleysu
Blaðstjórar sum á tjóðarhátíðardegnum skriva stórslignar     
oddagreinar
Sakførarar ið hava sínar nervasjúku konur stongdar inni í     
køliskápum og uppi á høgum altanum
Umsita í dag brósknu leivdirnar hjá ediligum beinagrindum
Eg eri føddur ov seint
Kenni meg fremmandan í hesum pantsettu gøtunum
Harðmælti láturin fær mínar glasæðrar at nøtra
Tað skeiðið er av tá tilveran var einføld sum ein brúkaravegleiðing     
fyri vekkarar     
Eri ein leivd av eini siðmenning ið hevði virðing fyri einum     
glasi við vatni í
Kanska er tað upphavið til allar yvirsjónirnar ið elta meg
Ein dagin eg legði eina mynt í jukeboksina á kaffistovuni
Góvu tríggir einglar seg knappliga til kennar
Ein teirra var fyrrverandi KGB-agentur
Einkjan hjá honum rekur nú eina fitnessstøð í Moskva
Næsti eingilin líktist mær, ein bilsin harri við alt ov stórum veingjum
Og triði eingilin sang upp í saman:
Vatnið í einum vasa
Hevur sama skap sum vasin
Við eini rósu í
Angar tað av rósuvatni
Fepurin herjar gjøgnum bókstavaraðið
Dreygar ið eiga at kenna sítt pláss handan gyrðingarnar í ørskapinum Eggja vælútbúnum fólki at fella vónleysar dómar yvir førleikan hjá     
orðinum at endurspegla heimin
Tómar kumpassir fara avstað við hægstu bókmentaligu     
viðurkenningunum
Og eg ræðist hesar kvinnur ið raka burtur sporini frá elstu tíðum
Í soppinum undir hondini liggja í veruleikanum angandi orð ið teska:
Eg eri eitt reiður, kom og legg teg hjá mær
 
Men tað sum ørkymlar meg mest
Eri settur í skák av mínum egna tollyndi
Tey sum fluttu inn í mítt hús
Hava sum frá er liðið otað meg upp í nøkur fá rúm á loftinum
Í kjallaranum er ein løgin handil sum selur pelsar
Viðhvørt vakni eg um náttina tá teir fletta tikarar og ísbjarnaungar
Á miðhæddini selja teir demokrati til einligar mammur
Eisini serligar skortar fólk kunnu fara í til jarðarferðir, og skortarnir     
evna kynstri at pína fram tey allar vakrastu tár
Og ein dagin spurdi hann sum leigar íbúðina á kvistinum um starar     
hava moralskan rætt at syngja longu klokkan seks um morgunin   Eg eri føddur ov seint
Sloti gjøgnum vitskuna á deyðum edilingum
Onkra løtu vildi eg ynskt býurin var ein rotta
Gleðiliga skuldi eg traðka hana flata
Men eg eri ikki av tí slagnum sum yrkjarar prísa í skaldskapi
Kanska lívmóðurin er okkara vón tá samanumkemur
Ella møguliga skuldi eg bygt upp í húsini
Opna eina fitnessstøð


 
SKEIV SMÍL
 
Skeivar tenn
Sum glaðar vinkonur
Lenaðar móti hvørji aðrari
Tað finst ongin lóg
Sum sigur tenn skulu vera beinar
Ikki henda ovurhugan
At leggja skeivu smílini í spenn
 
 
 
BLÓÐSORAÐ YRKING
 
Hugsi um brøðurnar Price
áh, teir framúr kokkar
tvey tignarlig umboð fyri ediliga matgerð.
Himlar av pískaðum róma
fagrir sósaløkir
hjartasuff stroydd við sukuri og kaneli.
Kanska fóðra kokkabrøðurnir kongshúsið serligar høgtíðsdagar
leggja oyru til hátigninnar familjuskrønur
kanska um arvaprins Knút
ella um ta ferðina abbi drotningina royndi at fremja statskvett
uttan at tað kostaði honum trúnuna.
Sanniliga, fekk eg fýrs milliónir krónur árliga frá statinum
skuldi eg ikki gjørt annað enn spýð, skitið og migið skrønur av mær.
 
Og á einum vertshúsi í gjárkvøldið
legði ein ókunnumaður á meg
skírdi meg eitt bókmentaligt spott og ein forbannaðan proletar.
Tíbetur legði ein órædd kvinna seg ímillum
segði seg altíð hava elskað bókmentalig spott og forbannaðar proletarar
og hatað idiotar!
 
Áh! denn stinkandi heimur
áh! dett karga lív at hóra undan sum proletarur.
Altíð at skula stúra eitt sindur
verða glósaður
skula venda hvørji einastu krónu
og fáa trúttað niður í gronina at einstaklingurin eigur frælsi at velja.
Og so koma dagarnir tá børnini byrja at smakka sær á
onkuntíð at hoyra tey gráta
og tá mann spyr hvat bagir
verður svarað:
Helvitis proletarur, tú fatar tað kortini ikki.
 
Eg veit at ov nógvur sárseyki kann bróta eina yrking.
Ekkaleys skal hon kunna stoyta seg út av fjallinum
vita, at hon verður loftað av einglunum.
Møta einglarnir kortini ikki upp
finna tey blóðsoraðu versini kanska eitt herbergi har pjøssað
verður um løstirnar
nakrar magnyl taka broddin av pínuni
meðan brøðurnir Price smakka til ta kongaligu sósina.
 
 
 
DURASTAVUR
 
Tá børnini framvegis stóðu í vøkstri
plagdi eg at skera teirra longd inn í durastavin
skrivaði navn
hædd og dagfesting
undir skurðin.
Nú tey eru floygd og farin
spyrji eg meg sjálvan
í hvønn durastav eg skal skera mítt einsemi.
 
 
 
BÍÐIRÚM
 
Hann bíðar eftir eini livur
hevur drukkið sína egnu í rot.
Við tilverunnar ytsta mark
droymir hann um at onkur við hansar DNA-skipan
verður yvirkoyrdur
ella kvalist av einum fiskabeini í hálsinum.
 
 

ANNAÐ BÍÐIRÚM
 
Náttin hevur mist sínar lyklar
ein tómur barnavognur bíðar eftir Jesusi
eftir okkum øllum bíða tóm før.
Fram við vetrarbreytini ótættir kranar við dropum
av ørskapi í.
Teir hava selt stjørnurnar
baktalað regnið
lopið ólag á náttarinnar ljósskipan.
Himmalin, eitt gudaellisheim
lat tað fara
men einglarnir
floytuspælararnir í okkara ljósu dreymum
eg krevji nøvnini á teirra drápsmonnum!