frá Korallbruni
Anna Malan Jógvansdóttir
eg lovi tað
leggur tú mín skølt
móti oyranum
hoyrir tú havið suða
*
havið: „lat mín sjóráma draga teg“
*
eg leggi klæðini
pent í ein bunka
*
fóturin
hellan
møtast hvast
eg gangi
út til kantin
havið: „deyðin er sukurtarasøtur“
*
eg síggi havið streyma
sum blóðið
gjøgnum
bláu æðrarnar
undir hvítu húðini
havið: „eg svimji í tær tí mást tú eisini svimja í mær“
*
skil tað
eg eri noydd
tí
*
mín sveitti luktar salt
míni tár smakka salt
*
havið:
„hoyr mítt váta ljóð
saltblóðið
tá hjartað dukar“
*
tí kasti eg meg útí nú
*
mín kroppur
sker
gjøgnum
skorpuna
*
sveimi í tí blábleika
*
deyðin er vakurt
brúntarabrim
fingratarin kínur
eymt
*
inntil kuldin kroystir húðina
gøgnini hveppast við
tá aldan
syftir meg
móti grótinum
*
at drukna
er tann róligasti deyðin
segði havið mær
*
tað
var
lygn
*
ræðslusligin svimji eg
móti landi
bori neglirnar í helluna
grótið sker
fingrarnar
blóðið rennur
seigliga eftir dimmsvørtum
meðan
eg missi festið
*
søkki
náðileyst
longur
og
longur
vekk
frá
sólargeislunum
*
liggi á botninum
húðin íshvít
blóðsár
eygini stara
blátóm
*
eg
eri
purpur
mítt
blóð
og
havið
eg
eri
purpur
*
grønbrúnir krabbar savnast
seta klørnar
í kalda kjøtið
kveyla
bróstkassan opnan
*
gággurnar fáa tevið av mær
skríða gjøgnum bróstkassan
eta hold á seg av mínum blánaða vødda
eg
eri
hvít
slímutur snigil
undir
hjartaskalinum
eg
eri
hvít
mítt hjarta
ber beinagrindina
uttaná
leggur tú mín skølt
móti oyranum
hoyrir tú havið suða
*
havið: „lat mín sjóráma draga teg“
*
eg leggi klæðini
pent í ein bunka
*
fóturin
hellan
møtast hvast
eg gangi
út til kantin
havið: „deyðin er sukurtarasøtur“
*
eg síggi havið streyma
sum blóðið
gjøgnum
bláu æðrarnar
undir hvítu húðini
havið: „eg svimji í tær tí mást tú eisini svimja í mær“
*
skil tað
eg eri noydd
tí
*
mín sveitti luktar salt
míni tár smakka salt
*
havið:
„hoyr mítt váta ljóð
saltblóðið
tá hjartað dukar“
*
tí kasti eg meg útí nú
*
mín kroppur
sker
gjøgnum
skorpuna
*
sveimi í tí blábleika
*
deyðin er vakurt
brúntarabrim
fingratarin kínur
eymt
*
inntil kuldin kroystir húðina
gøgnini hveppast við
tá aldan
syftir meg
móti grótinum
*
at drukna
er tann róligasti deyðin
segði havið mær
*
tað
var
lygn
*
ræðslusligin svimji eg
móti landi
bori neglirnar í helluna
grótið sker
fingrarnar
blóðið rennur
seigliga eftir dimmsvørtum
meðan
eg missi festið
*
søkki
náðileyst
longur
og
longur
vekk
frá
sólargeislunum
*
liggi á botninum
húðin íshvít
blóðsár
eygini stara
blátóm
*
eg
eri
purpur
mítt
blóð
og
havið
eg
eri
purpur
*
grønbrúnir krabbar savnast
seta klørnar
í kalda kjøtið
kveyla
bróstkassan opnan
*
gággurnar fáa tevið av mær
skríða gjøgnum bróstkassan
eta hold á seg av mínum blánaða vødda
eg
eri
hvít
slímutur snigil
undir
hjartaskalinum
eg
eri
hvít
mítt hjarta
ber beinagrindina
uttaná