úr Super 8

Tóroddur Poulsen

Guðs Lamb

at vera guðs lamb
og skera høvdið av sær
og koyra tað í pottin


lata tankarnar kóka
seta teir á borðið


og eta





At Eta Einglarnar

tá ein verður gamal
leggur ein einki í fugl
sigur hon umberandi
og skumpar talerkin
við høsnarungarætti yvir til mín

í seinastuni havi eg hoyrt
          ósjónligan veingjasláttur
tað kann ikki vera rætt
at eta einglarnar
sigur hon so sannførandi
at eisini eg missi matarhugin





Andlit

eg lukti ikki av fiski
eg havi bara etið fisk
og eg havi eisini droymt
at eg var ein fiskur
og eg havi eisini lisið
eina samrøðu við dóttur paul mccartney
sum eins og pápi sín hvørki etur kjøt ella fisk
tí tað ber ikki til
at eta nakað sum hevur andlit
síðani havi eg altíð hugsað um fisk
tá eg havi hoyrt yesterday
ella tá eg síggi eitt andlit
ið líkist mccartney
ja so fái eg hug at eta fisk
so sjálvt klaverið fer at lukta
og spæla yesterday heilt av sær sjálvum