Tríggjar Yrkingar

Agnar Artúvertin

Hin Ótilpassađi

frá tí degi eg fekk skil eg visti
at eg føddist í skeivum landi
hví sást tú tað ongantíð, mamma?

hvar fekk eg tað frá, um ikki
úr onkrum fremmandum landi
ræðandi men eisini dragandi?

mánatornið gjøgnum gardinugloppið —
aftaná tú hevði lagt teg —
hví var tað tá, eins og tað vaks?
eins og tað lokkandi vaks?





Ein SMS

Strnljs brnna
sjnlk vrd spaldr
olir drknr
gml flk bdj yngr
um a leia se yvrum
mn alikv
stndr lt i sta





Poem About the Body

tað er ikki høvdinum sum tað er nakað galið við, tað er kroppinum, har alt,
æðrar og annað, finst, kroppinum,
sum súlundar bæði himmal og helviti, kroppinum,
sum bindur verðina at sær og lumpar heilan at hugsa, kroppinum,
sum er torgreindari enn atferðin hjá rottum og marsvínum, kroppinum,
sum eigur abstrakta yrking, mál og tað háleitta, kroppinum,
sum upplivir, yrkir og skrivar og úrskilir allar vætur —
sáð, blóð, gall, gróðrarvatn, eisini vakurleika. kroppurin má
renna saman við tað virkna sinnið, tí úr neistanum
kemur skaldskapur. og kroppinum eiga vit at vera takksom og dyrka.